Nú nærkast til savnsfagnað
Sveisari ger vatndúkin, vatnskipanir gjørdar at tryggja reinan og kláran sjógv. Kavarar leita eftir penum gróti at pynta við, sandur verður skolaður, fiskar vera funnir. Her eru nógvar sjálvbodnar kreftir og eldsálir sum hjálpa við orku og professionellum førleikum. Fyritøkur hjálpa við tí vit ikki duga ella orka sjálvi. Takk fyri Balslev, Articon, Faroeship, Takplan og Solar. Í morgin fer Jákup Sverri út, har hann eisini vitar um hann kann finna okkum spennandi fiskar. Stóra takk fyri øll somul!
Tað skrivar facbook-vangin Føroya Sjósavn