Nú kunnu hesi fiska makrel í norskum sjógvi í 2024
Tey 12 fyrst drignu skipini fáa tilsøgn um at fara til fiskiskap í norskum sjógvi. Tilsøgnin er galdandi í 24 tímar, og fara skipini ikki til fiskiskap innan hesa freist, fáa fylgjandi skipini á listanum tilsøgn um at fara til fiskiskap.
Tað skrivar Vørn.
Raðfylgjan við lutakastið bleiv fylgjandi:
- Ran
- Gamli Jupiter
- Hoyvík
- Katrin Jóhanna
- Norðingur
- Norðfinnur
- Norðborg
- Borgarin
- Vestmenningur
- Jupiter
- Vesturvarði
- Tróndur í Gøtu
- Birita
- Gøtunes
- Fagraberg
- Christian í Grótinum
- Tummas T
- Eysturbúgvin
- Vesturbúgvin
- Arctic Voyager
- Ango