Nú hava okkara limir rætt til 6 vikurs feriu!
Nevndin í Samverk hevur í kvøld undirskriva eina avtalu við FAG, ið gevur limum í Samverk rætt til 6 vikurs feriu.
Hendan verður kallað serstaka frívikan í sáttmálanum millum Samverk og FAG.
Lønarkarmurin fyri 1.5.2023 er 3,80% og lønarkarmurin fyri 1.5.2024 4,04%.
Til hesar lønarsamráðingarnar var okkara 1. raðfesting, at fáa tí serstaku frívikuna inn í sáttmálan. At vit hava fingið hesa frívikuna inn í sáttmálan nú, er nevndin í Samverk sera fegin um.