Nú hava 60 føroyingar fingið framskundaða pensjón

Øll, sum hava søkt um tað, hava fingið tað

Síðani skipanin um framskundaða pensjón kom í gildi 1. desembur 2019, eru tað 60 fólk, sum hava søkt um tað. 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum. Tað er Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sum reit málið, og sum hevur spurtr landsstýriskvinnuna um hesi viðurskifti.

Sirið Stenberg leggur afurat, at eingin umsókn er sýtt og sostatt hava øll fingið tað játtað.

Framskundað pensjón er til fólk, sum ikki longur fáa arbeitt vegna aldur, sjúku. Tey flestu, sum søkja um framskundaða pensón, hava samband við Almannaverkið, áðrenn umsóknin verður send og tað er helst orsøkin til, at bara tey, sum eiga at fáa tað, søkja.

Sirið Stenberg sigur, at í miðal tekur tað 141 dagar av avgreiða eina umsókn um framskundaða fólkapensjón.

Er tíðin drigin frá, har Almannaverkið bíðar eftir serlæknaváttanum, og annað, er miðal viðgerðartíðin 88 dagar, sigur hon.