Nú eru øll skipini í FAS

Nú er Thor Freyja eisini undir FAS

 

Thor í Hósvík hevur nú flutt øll síni fýra frálandaskip, sum vóru skrásett í Bahamaoyggjunum, í FAS, føroysku altjóða skipaskránna.

Nú er Thor Freyja komin aftrat Thor Magna, Thor Frigg og Thor Modi. 

Øll skipini eru bygd í 2015 í Turkalandi og virka sum frálandaskip, skrivar Sjóvinnustýrið.

Tað skrivar kvf.fo