Nú er tað skrásett í FAS
Farmaskipið Vingaren er nú skrásett í FAS. Skipið, ið er 6272 bruttotons til støddar, er spildurnýtt og júst latið svenska eigaranum. Sí fleiri upplýsingar um skipið á teyggjan.fo
Hetta er annar nýbygningurin, sum er skrásettur í FAS í ár. Farmaskipið, Baltic Crystal, varð skrásett 22. februar. Fýra Skip eru skrásett í FAS higartil í ár, og eitt er farið út.