Nú er eisini verkfall hjá landi og kommunum
Á midnátt fóru arbeiðsbólk, sum arbeiða hjá landi og kommunum, eisini í verkfall.
Verkfallið er galdandi fyri øll arbeiðsfólk, tó ikki dagrøktarar, sum arbeiða eftir sersáttmála, sum framvegis er í gildi, sigur Føroya Arbeiðarafelag í almennari fráboðan.
Eftir umbøn eru undantøk tó givin, serliga á eldaøkinum.
Reingerð á skúlum og barnaansing eru ikki fevnd av undantøkum, sigur Føroya Arbeiðarafelag.
Tað skrivar kvf.fo