Nú byrja samráðingarnar hjá sjúkrarøktarfrøðingunum
16. mai byrja realitetssamráðingarnar um nýggjan sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.
Tað upplýsir Óluva í Gong, forkvinna í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum.
Í farna mánaði hittust partarnir at handa krøvini, og hósdagin í farnu viku hittust tey aftur at svara teimum spurningum og ivamálum, sum partarnir høvdu til hvønn annan.
Tað skrivar Hilmar Jan Hansen á kvf.fo.