Nú broytist á heimshøvunum
Nú fer loksins veðrið í norðurhøvum og runt okkara lítla oyggjaland skjótt at broytast aftur. La nina, sum hevur ligið sum ein køvandi hond yvir høv og lond nú í skjótt 3-4 ár, og sum er met seinastu 100 árini, er nú við at missa takið, og El nino er við at yvirtaka leiklutin aftur. Hesi fyribrigdi eru tað, ið stýra hita og kulda, regni og turki um allan heimin á sjógvi eins og á landi.
Sum áður víst á, so ávirka hesi fyribrigdi fiskiskapin á teim ymisku havleiðunum hjá okkum á Føroya leiðini til bata, men á øðrum leiðum sum t.d . á vestursíðuni á Suðuramerika til stóran ampa.
Ætli ikki at fara at endurtaka meg sjálvan aftur í hesum máli, men vísa á tvær talvur, sum siga frá, hvussu skjótt alt broytist í luft og í heimshøvum júst í hesum døgum. Hetta fer so innan leingi at ávirka botnfiskiskapin á okkara landgrunni. Serliga fer hetta at ávirka toskameingi á grunninum. Tó fer høgættin og landnyrðingurin at verða tráð allan marsmánað. Vónandi fara vit so at fáa eitt gott summar.
Í morgun hoyrdi eg eina samrøðu við fiskifrøðingin Petur Steingrund, skyldmannin. Hann var sum altíð siðiligur og høviskur, sum hann plagar. Hann royndi sum best at umboða frøðina og at siga frá, hvussu teir mettu støðuna at verða hjá fiskastovnunum. Eitt, sum eg legði merki til í samrøðuni, var, at hann ikki var so avgjørdur í, hví alt var so og so, og at ikki var nóg mikið bert við friðingum og royndum men at náttúrubroytingar eisini høvdu nógv at siga fyri tilfeingið og fyri, hvussu stovnarnir hava tað.
Hetta frøddi meg at hoyra, nú eg skjótt í 40 ár havi víst á hvussu nógv ávísar natúrubroytingar hava ávirka fiskatilfeingi á Føroyska landgrunninum ígjøgnum øldirnar
Men tað, sum eg helt vera sera skemtiligt við hesi sending, var hesin spurningurin frá okkara góða fjølmiðli útvarpinum:
Tú Petur “Tá stovnurin er so illa fyri, sum tú sigur, etur tú so tosk?” Ja, so løgin er verðin blivin. Hetta var ein rættiligur toskaspurningur.
Ja, frøðingurin, bleiv settur skák og mát: Tú tosar um ovurfisking, og so etur tú sjálvur toskastovnin upp.
Tíbetur svaraði Petur aftur sum ein maður!
HER ERI NAKRAR TALVUR sum liggja á VP.fo https://www.vp.fo/news/nu-broytist-a-heimshoevunum
Osmund Justinussen