Noyðast at brynja seg við toli

Fiskidagarnir koma ikki enn

Tey, sum hava bátar í bólki 5B, noyðast at brynja seg við toli.

Tí uppskotið um fleiri fiskidagar kemur í fyrsta lagi aftur í tingsalin seint í hesum mánaðinum.

Eftir fyrstu viðgerð í gjár fór málið í vinnunevndina.

Vinnunevndin hevur fund um eina viku, 13. august.

Næsti tingfundur er 24. august.

Sambært Vørn hava bátar í bólki 5B brúkt 44 fiskidagar ov nógv.

Teir vóru 3.344, tá fiskiárið byrjaði.

Nú eru brúktir 3.388 dagar

Bátarnir í bólki 5B fingu boð um at gevast at fiska kl. 13.00 leygardagin í síðstu viku.

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo