North West Pelagic fær annað skip fyri Jupiter

Nýggi Jupiter er eitt sindur størri og eitt sindur nýggjari enn gamli Jupiter, sigur stjórin, Jógvan Martin Ferjá Joensen.

Reiðaríið North West Pelagic skal hava nýtt uppsjóvarskip. 

Nýggja skipið kemur fyri Jupiter, sum verður seldur, og skal eisini eita Jupiter.

Nýggi Jupiter er eitt sindur størri og eitt sindur nýggjari enn gamli Jupiter, sigur stjórin, Jógvan Martin Ferjá Joensen.

North West Pelagic keypti Jupiter frá Varðanum í 2020 og hann tók tá tvær ferðir so nógv sum táverandi skipið hjá felagnum, Norðhavið.

Tað skrivar Marjun Dalsgaard á kvf.fo

LES ALLA GREININA HER https://kvf.fo/greinar/2023/02/01/faa-annad-skip-fyri-jupiter

Myndin er frá skipalistin.fo