Norskir reiðarar halda, at ICES ger í so nógv av

at koyra makrelkvotuna heilt niður í 174.357 tons næsta ár

Norskir reiðarar: ICES ger ov nógv av.

Í brævi til norska fiskimálaráðið mæla teir til, at strandalondini taka sær minst 306.700 tons.

Norskir reiðarar halda, at ICES ger í so nógv av, tá ICES mælir til at koyra makrelkvotuna heilt niður í 174.357 tons næsta ár.

Í brævi til norska fiskimálaráðið mæla teir til, at strandalondini taka sær minst 306.702 tons.

Hetta var eisini upprunaliga tilmælið hjá ICES.

Norsku reiðararnir halda, at góð 300.000 tons eru vísindaliga forsvarlig. Teir siga, at gýtingarstovnurin minkaði bara 13 prosent frá 2024 til 2025. 

Kvotan skal fara upp um 600.000 tons næsta ár, skal gýtingarstovnurin ikki vaksa frá 2026 til 2027, siga reiðararnir. 

Strandalondini hava samráðingar um makrel 16. og 17. oktober.

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo