Noreg og Russland samd um Barentshavið

Toskakvotan verður skerd við 20 prosentum

Noreg og Russland hava í dag skrivað undir fiskiveiðuavtalu fyri næsta ár.

Tað upplýsir norska stjórnin í tíðindaskrivi.

Serlig støða
Stjórnin sigur hetta er tann størsta og týdningarmesta fiskiveiðuavtalan, sum Noreg hevur.

- Tað er gott, at vit hava gjørt eina fiskiveiðuavtalu við Russland, hóast vit eru í einari serligari støðu. Semjan tryggjar, at økið norðanfyri verður umsitið burðardygt, og er grundarlagið fyri, at vit kunnu verja toskastovnin og hini fiskasløgini í Barentshavinum, sigur Cecilie Myrseth, sum er norskur fiskimálaráðfrúa.

Heildarkvotan lækkar
Heildarkvotan fyri toskafiskiskapin næsta ár er 20 prosent lægri enn í ár. Hon er sett til at vera góð 453 túsund tons næsta ár. Tá Noreg og Russland hava býtt ímilllum sín, eru góð 62 túsund tons eftir at býta til triðjalond, sum eru ES, Føroyar og Ísland.

Hetta merkir, at gera Føroyar eisini nýggja fiskiveiðuavtalu við Russland, so verður hon 20 prosent lægri enn í ár. Í fjør varð kvotan eisini skorin við 20 prosentum eftir tilmæli frá fiskifrøðini.

Kvotan fyri hýsu og lodnu hækkar eitt vet næsta ár.

Avtalan millum Noreg og Russland hevur eisini ásetingar um granskingarsamstarv á fiskivinnuøkinum. Russar sleppa í løtuni ikki at vera við í ICES, og tí er stovnsmetingarnar gjørdar av norskum og russiskum myndugleikum í felag eftir sama leisti, sum vanliga verður gjørt í ICES.

Tað skriva 

John Johannessen og Hallur av Rana á kvf.fo