Norðurlenskt samstarv er vigtigur partur av fakfelagsarbeiðinum

Fyrr í mánaðinum var formaður felagsins, Jan Højgaard, á stórari ráðstevnu í Helsinki í Finnlandi. Tað er javnan, at ráðstevnur eru av slíkum slag, so felags áhugamál kunnu viðgerast.

Í gjár og í dag hevur fiskimannafelagið havt vitjan av Christer Norfall frá Nordisk Transportare Federationen (NFT) úr Stokkhólmi, Karsten Kristensen og Ole Christensen frá 3F Transportgruppen úr Danmark.

Teir hava havt fundir við onnur fakfeløg og ein longri fund við Føroya Fiskimannafelag um felags áhugamál.

Á myndini eru (frá vinstru): Jan Højgaard, Christer Norfall - høgru megin eru tað Karsten Kristensen og Ole Christensen. Gestirnir fara avstað aftur í dag.