Norðoya Bjargingarfelag nýggjan bát

Báturin er størri, gongur skjótari, tað eru betur umstøður umborð og hann orkar betur at sleipa enn Ziska

Norðoya Bjargingar fær nýggjan bát um mánaðarskifti. Talan er um gamla Skomvær 3, sum hevur verið heimahoyrandi í Noregi. Vit hava vent okkum til Jákup Jacobsen, formann í Norðoya Bjargingarfelag at frætta nærri.

Vit hava longi haft ætlanir at fingið okkum ein nýggjan bát, men tað hevur víst seg at verið ov dýrt. Vit hava tískil keypt gamla Skomvær 3 og hetta er ein munandi betri bátur enn Ziska. Hann er 20 metur langur og 4 metur breiður, upplýsir Jákup. 

Gamli báturin hjá Norðoya Bjargingarfelag verður fyrst leigaður til Tórshavnar Bjaringarfelag frá augst 23 til mai 24 og síðani endar hann nokk á sølulista, sigur Jákup.

Tað skrivar Norðlýsið.

LES ALLA GREININA HER https://nordlysid.fo/tidindi/78231/nordoya-bjargingarfelag-nyggjan-bat