Norðoya Bjargingarfelag hevur nettupp ynskt sær ein tílíkan ljóskastara

Norðoya Bjargingarfelag fingið ljóskastara í gávu

 

Jan Haldansen, ein av fyriskiparunum av Bátafestivalinum í Vestmanna, hevur verið í Klaksvík at handa Norðoya Bjargingarfelag eina gávu fyri trúgva tænastu fyri stevnuna. Talan er um onki minni enn ein ljóskastara, bjargingarfelagið fær.

“Norðoya Bjargingarfelag er ein trúgvur stuðul hjá okkum, tá tað kemur til Bátastevnuna í Vestmanna, har teir standa fyri trygdini, sum er á kaiøkinum og á brúnum, og hetta hava teir gjørt í nógv Harrans ár”, sigur Jan Haldansen, nevndarlimur og fyriskipari, og leggur dent á, at ljóskastarin er keyptur lokalt í Klaksvík.

Tað er nevniliga í handlinum hjá MP Teknik í Klaksvík, at bátastevnufyriskipararnir hava ognað sær ljóskastaran, ið teir nú geva Norðoya Bjargingarfelagi sum gávu. Sum Norðlýsið skilir, so kemur gávan væl við, tí Norðoya Bjargingarfelag hevur nettupp ynskt sær ein tílíkan ljóskastara at brúka í sínum arbeiði við bjarging.

Talan er ikki um nakran bíligan ljóskastara, tí ein tílíkur kostar runt roknað einar 50.000 krónur, men Bátastevnan heldur, at tað hevur bjargingarfelagið væl og ...................LES ALLA GREININ HER https://nordlysid.fo/tidindi/75272/nordoya-bjargingarfelag-fingid-ljoskastara-i-gavu

Myndina eigur Norðlýsið.