Norðmenn lata smíða tvey nýggj kryvjiskip

Nyggju kryvjiskipini hjá Napier skulu økja fiskavælferðina, framleiðslugóðskuna og biotrygdina í laksaflutningi frá aling í øllum Miðnoregi til slakt. Nú er Bømlo-reiðaríið farið undir at leita eftir 50 nýggjum sjófólkum.

Til nýggja virkið hjá Mowi á Jøsnøya hevur Napier fingið sáttmála upp tvey nýggj kryvjiskip. Tey skulu blóðga og flyta laks, sum er klárur at slakta frá aliøkjum til slaktivirki í Miðnoregi.

- Vit hava samstarvað tætt og væl við Mowi síðan 2008, og síggja nýggja sáttmálan sum eina viðurkenning av okkara konsepti og hvussu Napier fremur blóðging heilt úti við alikantin, sigur Kjetil Tufteland, dagligur leiðari í Napier.

Tufteland er errin av nýggja sáttmálanum, og hann heldur fyrimunirnar við nýtslu av blóðgiskipi vera nógvar. 

Tað skrivar heimasíðan antares.fo, sum hevur tíðindini frá Maritimt.no

- Nýtsla av kryvji-/blóðgingarakipi er gott fyri fiskavælferðina, og tøknin ..........LES ALLA GREININA HER http://antares.fo/nordmenn+lata+smida+tvey+nyggj+kryvjiskip.html