Norðmenn hava brúkiligan fiskiskap við Føroyar

Mánadagin lógu stóru norsku frystilínuskipini Geir og Østerfjord á Havnini.

 Norska kvotan við Føroyar er felagskvota og 12 skip kunnu fiska í senn. Verður kvotan uppi, noyðast øll skipini at gevast. Vit royna mest á djúpum vatni eftir longu og brosmu og fiskiskapurin er brúkiligur.

Mánadagin lógu stóru norsku frystilínuskipini Geir og Østerfjord á Havnini. Tey fiska við Føroyar og vóru inni og skiftu manning, tóku agn, proviant og annað.

Geir, sum hoyrir heima í Ålesund, er sera væl útgjørt og nýmótans, og er óivað størsta frystilínuskip í heiminum – tá tosa verður um skip, sum bara roynir við línu. Østerfjord og Atlantic eru størri, men tey fiskað eisini við snurriváð.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð á Geir og fekk eitt prát við skiparan, Hallgeir Holmeset. Hann er ein av trimum beiggjum, sum eiga og reka skipið. Hallgeir segði millum annað.

- Skipið er fýra ára gamalt. Tað er 63 metrar langt og 13,5 metrar breitt og lastar 500 tons á plattum. Breiddin er gjørd soleiðis, at vit fáa 11 plattar eftir breiddini í lastina. Vit hava rundan dragibrunn, sum er 1,5 metrar í tvørmát.

- Vit eru millum 15 og 18 mans við. Talið er tengt at hvar vit fiska og hvussu nógv vit skulu hagreiða fiskin. Vit hava flakalinju og nýta hana tá vit halda tað gevur mest. Harafturat hava vit frystihotell, har frysti fiskurin fer á plattar, verður vavdur inn í plast, verður eyðmerktur, áðrenn hann fer niður í lastina og verður settur uppá pláss við trukki. Tað gongur skjótt at landa, tí vit klára 50 tons um tíman, sigur hann.

LES ALT HER Fiskur.fo | Norðmenn hava brúkiligan fiskiskap við Føroyar (portal.fo) 

Tað er Føroyska Sj´mansmissiónin sum skrivar hetta á síni facebook-vanga. Myndaeigari TJ - myndir