Norðborg í Ánunum
Fríggjamorgunin kom Norðborg í Ánirnar. Túrurin hevði tá vart í 13 dagar.
Sambartt Norðlýsinum so høvdu teir 1.160 tons av frystum, 100 tons av lýsi og 65 tons av mjøli.
Skiparin, Jón, greiddi eisini blaðnum frá, at býti av lasini sá soleiðis út, 100 tons av heilfrystari sild, 60 tons av sildaflaki, 150 tons heilfrystum makreli og 850 av heysaðum makrel, upplýsir Jón.
Teir fóru longur avstað aftur dagin eftir.