Norðan KG 334 verður við á Føroya Sjómannadegi leygardagin
Báturin, sum varð smíðaður í 1919, er ein av teimum seinastu eftirverandi træbátunum úr »gullárunum« í føroyskum bátasmíði, og hann siglir enn í dag, 107 ár eftir at hann varð smíðaður.
Grunnurin Norðan KG 334 søkti í vár Tjóðsavnið um átekning eftir Løgtingslóg nr. 14 frá 2013 um mentanarsøgulig skip. Ein skipskønur og fólk frá Tjóðsavninum vitjaðu og skoðaðu bátin, og 17. august fekk Grunnurin Norðan góðkenningina.
Í metingini verður staðfest, at Norðan er »eitt umboðandi skip« fyri hetta skipaslagið, við stórum upplivingar- og námsfrøðiligum virði og í stóran mun við upprunaligum skapi.
Handverk úr Havn
Norðan varð bygdur av Elias Johansen, vanliga nevndur Lias... LES ALT HER Norðan KG 334 er nú mentanarsøguligt skip - Norðlýsið

