Nordafar eru privat ogn, og føroyska landsstýrið eigur sostatt ikki bygningarnar

Føroyingahavnin: Grønlendingar noyðast at rudda

Løgmansskrivstovan sigur, at bygningarnir hjá Nordafar eru privat ogn, og føroyska landsstýrið eigur sostatt ikki bygningarnar.

Hóast lyftir í 2016, er áskoðanin hjá føroyska landsstýrinum í dag, at grønlendskir myndugleikar eiga at taka sær av uppruddingini í Føroyingahavnini, skrivar Sermitsiaq sambært vp.fo.

Sermitsiaq hevur spurt Aksel V. Johannesen, sum eisini var løgmaður í 2016, um hann fer at halda sítt lyfti, sum hann gav Kim Kielsen í 2016, um at rudda Nordafar.

- Men nú hanga føroyingar sín hatt á lýsingina hjá Kaj Hjalgrímson, »Nordafar til salg«, frá nítiárunum, skrivar Sermitsiaq.

Løgmansskrivstovan hevur millum annað svarað Sermitsiaq soleiðis:

- Tað, sum ger hetta málið serliga torgreitt er, at bygningarnir á Nordafar í dag eru privat ogn, og føroyska landsstýrið eigur sostatt ikki bygningarnar. Í umhvørvislóggávum runt um í heiminum er galdandi eitt prinsipp um, at tann sum dálkar skal gjalda. Tað er tískil tann, sum eigur ognina, ið hevur ábyrgdina av at rudda á ognini.

Les greinina í Sermitsiaq her.

Tað skrivar Kári Mikkelsen á kvf.fo 

Myndin eigur Eyð Dam