Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri

...sást eisini eitt áhugavert fyribrigdi á ekkóloddinum umborð

Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir standard hydrografiskir skurðir. Nógva staðni var eitt tunt vatnskorpulag við nógvum gróðri (plantuæti). Hetta var serliga vestanfyri á Landgrunninum, har lagdeilt var tætt inn móti landi. Prøvar blivu eisini tiknir við glúpi at kanna djóraæti. Nakað av djóraæti var í øllum glúpum, og í fleiri var prøvin myrkagrønur av gróðri.

Á túrinum vóru fýra streymmátaraboyur tiknar upp – tvær í Bankarennuni og tvær norðanfyri. Norðanfyri var eisini ein lítil boya tikin upp. Hetta var ein sonevnd PIES (Pressure Inverted Echo Sounder), ið er eitt slag av ekkóloddi, ið stendur á botni og mátar uppeftir. Við hesum tóli ber til at rokna, á hvørjum dýpi markið millum heitan og kaldan sjógv er og hvussu tað broytist. Hetta verður eitt nú brúkt til at rokna, hvussu nógvur Atlantssjógvur fer inn í Norðurhøv.

Á túrinum sást eisini eitt áhugavert fyribrigdi á ekkóloddinum umborð. Tá streymmátararnir, sum liggja mitt í Bankarennuni, blivu tiknir upp, sást ein sonevnd intern alda á markinum millum djúpa yvirflotssjógvin og Atlantssjógvin í ovaru løgunum. Ein partur av hesi aldu er vístur á myndini niðanfyri.

LES ALLA GREININ HER Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri - Havstovan