Nógvu landingarnar og framleiðslan hava verið avbjóðandi fyri goymsluna

Okkara avskipingardeild hevur rós uppiborið

Tað er eingin loyna, at tá ið tað er hásesong, so er nógv virksemi á havnarlagnum.

Vit hava ta seinastu tíðina sæð nógva skipaferðslu, har nógv skip hava landað til Varðan Pelagic.

Nógvu landingarnar og framleiðslan hava verið avbjóðandi fyri goymsluna, men Johnny og hansara toymið – sum arbeiða í goymsluni – hava røktað uppgávuna til fulnar.

Teir hava lyklaleiklut í, at tryggja at vøran verður avskipað, og harvið røkkur víða um til kundar kring allan heimin.

Varðin Pelagic setur stóran prís á smidleikan og mongu arbeiðstímarnir hesir mennirnar leggja í sítt arbeiði.

Teirra avrik liggur ikki eftir.

Tað skrivar Varðan Pelagic á sínum facebook - vanga