Njósnaraskip
Norskir myndugleikar siga at skipini njósnast
Skipini hjá reiðaríununum JSC Norebo og Murman Seafood eru njósnaraskip, sum arbeiða fyri russiska statin. Tað sigur norska uttanríkisráðið
Norska sjórnin hevur, eins og ES, gjørt av at banna øllum skipum hjá reiðaríunum JSC Norebo og Murman Seafood at koma inn í norskar havnir ella í norskt sjóøki.
Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, sigur við norska Fiskeribladet, at skipini njósnast serliga ímóti sjókaðlum og líknandi týdningarmiklum undirstøðukervi, so lættari er hjá russiska statinum at gera yvirgangsatsóknir ímóti týdningarmiklum undirstøðukervi á havbotninum.
Fiskiloyvi í Føroyum
Melkart-2 og Ostankino hava ikki verið í føroyskum øki í ár, men kunnu væntast at koma, tá makrelvertíðin veruliga hevur tikið dik á seg.
Bæði skipini hava áður fiskað í føroyskum øki og verið í føroyskari havn.
Tað er enn ikki greitt, hvat landsstýrið ætlar at gera, nú norskir myndugleikar hava tikið hetta stigið. Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at talan er um eitt uttanríkis- og trygdarmál, og vísir tí til Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Kringvarpið hevur lagt boð til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanríkis- og vinnumálum. Úr ráðnum hava vit fingið tey boð, at landsstýriskvinnan fer at venda aftur seinni í dag.
Tað skrivar John Johannessen á kvf.fo
Myndina eigur Palli Vang