Niðurleggja óproduktiv arbeiðspláss
Okkara egna arbeiðsmegi skal fáast við tað, sum nøktar okkara tørv best. Vit skulu heldur niðurleggja arbeiðspláss, sum vit ikki hava stóran tørv á ístaðin fyri at innflyta fremmanda arbeiðsmegi.
Forðingar eru lagdar inn í fiskivinnuskipanina soleiðis, at reiðarar ikki kunnu gera, sum teir vilja við fiskin, sum veiddur verður. Har eru ásetingar um, at heilur fiskur skal um uppboðssølu í Føroyum fyri at kunna verða seldur av landinum óviðgjørdur.
Orsøkin er, at føroysku flakavirkini skulu hava ein møguleika til at skaffa sær rávøru at framleiða. Hesar ásetingar binda mong starvsfólk á okkara flakavirkjum, tí fiskurin skal helst viðgerast í Føroyum. Tá eingin fiskur er at viðgera, stempla hesi starvsfólk inn á Fiskavirkisskipanina og vera fasthildin har, sum ger, at hinar vinnurnar, sum tørva arbeiðsmegi, ikki fáa hendur á henni.
Fiskivinnan á sjónum tosar um at økja um minstulønina, tí veiðan svíkur, og hýrurnar eru ov lágar, so torført er at manna skipini. Um eitt reiðarí ikki megnar at rinda manningini eina góða hýru er betri, at hesi skip vera seld til tey reiðarí, sum megna tað. Um ongar bindingar eru í fiskivinnuni, fara tað at vera nøkur fá stór reiðarí, sum megna at gjalda eina góða hýru.
Flakavinnan hevur í mong ár einki kasta av sær. Orsøkin til vánaligu gongdina er, at flakavirkini ikki megna kappingina við láglønarlond um at framleiða fisk. Láglønarlond eru kappingarførari og megna at gjalda ein góðan prís fyri føroyska fiskin.
Starvsfólkini á flakavirkjum gera eitt sera gott arbeiði og gera sítt allarbesta fyri flakavirkini. Men flakavirkini kasta einki av sær. Sostatt er hetta skeiv nýtsla av arbeiðsmegi. Arbeiðsmegin skal nevniliga fáast við tað, sum skapar mest virði og nøktar størsta tørvin hjá okkum føroyingum.
Hesar reglur eru partur av einum lesarabrævi, sum Hans Jákup Mikklesen hevði í seinastu fyri tveimum vikum síðan. LES ALLA GREININA HER https://fiskimannafelag.fo/savn/tidindi/skeiv-nytsla-av-arbeidsmegi