Myndarøð: Niclas verður upphøgdur á skipasmiðjuni
Í nógv nógv ár hevur hevur Niclas staði á vogninum hjá MEST í Vestmanna. Niklas var blivin ein bygdamynd í Vestmanna.
Nú skal hann upphøggast.
Í morgun komu fólk og stór arbeiðsamboð til bygdina, at upphøgga Niclas.
Tað er Føroya Skipaupphøgg sum skal gera arbeiði.
Í dag vóru teir í gongd við at koyra stýrhús og bakkan av Nikalsi -og næstu dagarnar verður lagt á plankar og restin av bátinum.
Á skipalistin.fo stendur soleiðis um eigaraviðurskiftini.
Eigari er Byggiconsult ÍVF, Hagagøta 7, 160 Argir.
Útgerðarmaður er Mikael Viderø, Argir.
Niclas hevur haft nógv nøvn.
| Navn | Ár | Havnanr. | Heimstaður |
|---|---|---|---|
| Norðleivur | 1998 | FD 659 | Leirvík |
| Stiðjabarmur | 1985 | ||
| Skarvaklettur | 1982 | ||
| Knúkaberg | 1977 | ||
| Sigrid Brøns |















