Nevndin í FF hevur skipað seg
Nevndin í Fiskimannafelagnum hevur skipað seg eftir landsfundin sum var hildin 27. Des. 2025.
Í nevndina vóru valdir: Hans Vilhelm Danielsen, Tórshavn, Per á Sýnini, Runavík, Sniálvur Røvilsberg, Skopun, allir vóru afturvaldir.
Erling Jacobsen, Gøtu, Esmar Mikkelsen, Syðrugøtu og John Frank Haraldsen, úr Sandavági allir nývaldir.
Varalimir eru nú Pól Fuglø, Norðdepli og Magnus Pauli Glerfoss, Klaksvík.
Á nevndarfundinum var Per Á Sýnini valdur til næstformann. Hann tekur við eftir Sámal Poulsen, úr Sandvík, sum ikki stillaði uppaftur. Í 2008 tók Sámal við næstformanssessinum eftir Eyðun Johannesen av Oyrabakka.
Formansval er aftur í des 2027.
Nýggja nevndin tekur við 1. februar 2026.
Á myndini aftast frá vinstru: John Frank Haraldsen, úr Sandavági, Per á Sýnini, Runavík, næstformaður, Hans Vilhelm Danielsen, Tórshavn varanæstformaður.
Fremst frá vinstru: Jan Højgaard, Toftir, formaður, Esmar Mikkelsen, Syðrugøtu, Erling Jacobsen, Gøtu.

