Nevið útferð í Funningi

Nevið var ein av útróðrarbátunum, sum vórðu bygdir í Danmark stutt eftir seinna kríggj

Her liggur útróðrarbáturin Nevið Reyða ella bara Nevið, sum hann oftast varð kallaður á Stongunum, við bryggjuna í Funningi.

Helst er Niclas á Selheyggi við familju farin at vitja eldru systrina Monu, sum var gift og búði í Funningi.

Nevið var ein av útróðrarbátunum, sum vórðu bygdir í Danmark stutt eftir seinna kríggj. Hann varð bygdur í Struer í 1947, og hevði itið Stattur og Ørnanípan, áðrenn Kjølbro keypti hann í 1952.

Henda myndin hjá Jóannesi Niclasen er tikin áðrenn 1972, tí tá fekk báturin nýggjan motor og nýtt stýrhús í Grenå í Danmark.

Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.