Navigare gjørt avtalu um at byggja fýra nýggj farmaskip
Skipini verða 90 metrar til longdar við einum lastikapasiteti á 5.300 tons ella 7.800 rúmmetrar. Í dag er størsti lastikapasiteturin í felagnum 4.650 tons ella 6.000 rúmmetrar.
Seinastu 15 árini hevur Navigare Shipping ment seg til at reka ein flota við 15 skipum, ið sigla fyri kundar í Føroyum og uttanlands. Higartil hevur felagið keypt eldri skip og umbygt tey eftir tørvinum hjá felagnum.
Nú virksemið er vorðið so stórt, metir felagið, at tíðin er búgvin at endurnýggja flotan við at byggja nýggj skip. Hetta fer at tryggja burðardyggari flutning og betri manningarviðurskiftir.
Tey fýra nýggju skipini, sum skulu byggjast í Hálandi, fara at minka munandi um útlátið, tá samanborið verður við skip í tilsvarandi stødd hjá felagnum. Eisini fara nýggju skipini at klára at flyta størri nøgdir, ið merkir, at útlátið lækkar munandi fyri hvørt flutt tons.
Í skipunum verður gjørt klárt til landstreym við battarískipan, ið avmarkar útlát og ljóðdálking, tá skipið liggur í havn. Eisini verða skipini klárgjørd til ísetan av mekaniskum seglum og verða bygd soleiðis, at skiftast kann til metanol sum brennievni í framtíðini.
Eftir ætlan skal fyrsta skipið verða klárt at fara í vinnu síðst í 2025, og hini trý skipini verða leverað ávikavist í 2026 og 2027.
- Vit hava tryggjað, at skipini, ..... LES ALT HER in.fo - fyrst og fremst