Nakkur, nú Norðsøki
Hesin siglir enn á vágni
Hetta er útróðrarbáturin Nakkur, sum báturin æt, tá Jóhan Purkhús átti hann frá 1950 til 1959. Nú eitur hann Norðsøki. Við Kósabrúnna liggja Grunningur og gamli Sjúrðarberg hjá Kjølbro
Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna á facebook.
Norðsøki er eitt eldri fiskifar, tí hann var bygdur í Holbæk í Danmark í 1942. Tískil er hann meira enn 80 ára gamal. Í 1945 keypir Joen Oluf Henry Hansen, skipari úr Hattarvík bátin úr Danmark, men hann eigur hann bara í stutta tíð, tí longu í 1946 selur hann bátin til P/F Eystfelli í Havn. Tað má ikki hava gingist nóg væl við fiskiskapinum, tí í 1950 keypir Jóhan Purkhús bátin á tvingsilssølu., og Jóhan eigur hann til í 1959, tá hann verður seldur til brøðurnar Dahl á Oyri. Poul Niklái og Julius Purkhús, sum vóru brøður Jóhan, førdu m.a. bátin tey árini, Jóhan átti hann.
Men nógv tað longsta tíðskeiðið var báturin heimahoyrandi á Eiði, har Jákup Joensen átti og førdi bátin frá 1972 til 1996. Í kreppuárunum í fyrst helvt av 1990-unum, tá lítið var at fáa undir Føroyum, var Jákup m.a. á saltfiskaveiðu við Norðsøka í Barentshavinum.
Norðsøki sigst verða óvanliga sterkt bygdur, so vónandi klárar hann nøkur ár afturat. Jóhan Purkhús tók myndina.