Nakað av innflutninginum verður til útflutning
Í hesum døgum liggur farmaskipið, Hav Sund, við bryggju í Hvalvík. Stórir lastbilar koyra oman á bryggjuna við fullari last og koyra tómir niðan aftur av bryggjuni. Ein stór gravmaskina grabbar tilfarið úr lastbilunum og hivar tað umborð á Hav Sund. Stóra lastin fyllist spakuliga av ymiskum, sum Brennistøðirnar ikki fáa brent, men flyta av landinum sum gamalt “jarn”. Jú, nakað av innflutninginum verður til útflutning.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum facebool-vanga. Myndina eigur TJ-myndir.
-Vit komu úr Norra og hava lagt skerv og sand upp á Tvøroyri og á Sundi. Nú liggja vit í Hvalvík og lasta gamalt jarn til Norra, Tað sigur skiparin á Hav Sund, Jørgen Andreassen.
-Eg veit ikki rættiliga, hvat norðmenn gera við hetta blandaða tilfarið. Eg meini, teir mala tað í stórari hvørn og hava so magnetir, sum skilur jarnið frá restini, sigur hann.
-Lastin er 6000 rúmmetrar, so tað skal nógv jarn at fylla hana. Tilfarið vigar ikki nógv, so, um lastin gerst full, so vigar tað kanska ikki meiri enn 2-3000 tons; og skipið lastar 4700 tons; sigur Jørgen Andreassen.
Sjómansrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina.
Tíð var eisini til drekka, Guds orð og bøn.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Mynd: Jørgen Andreassen, skipari og Søren Djurhuus stýrimaður.