Naddoddur komin á Sund

Í morgun kom Hav Atlantic við Naddoddi á Sund úr Noregi

Seksæringin av Tvøroyri, sum Bátafelagið Naddoddur eigur holvdist útfyri norsku strondini.

Tað var 27. August at hendingin við Naddoddi frór fram og har ein av manningini fórst.

Norska løgreglan staðfesti, at talan var um eina vanlukku. 

Men, nú er Naddoddur aftur í Føroyum. Tað var farmaskipið Hav Atlantic sum kom á Sund við Naddoddi í morgun.

Helst skal hann nú fraktast suður á Tvøroyri, har heimstaður hansara er.

Myndina eigur Rúni Nielsen.