Myndir og blaðgreinar tá Polar Sea fór á land nov. 1993
Polar Sea fór á land uml. 100 metrar úr landi, beint sunnanfyri havnarlagið á Selatræð.
Uml. 320 tons av olju var í skipinum.
Teir vóru á veg av Havnini til fiskiskap, men skuldi fyrst leggja 80 tons av rækjum upp á rækjuvirkinum á Oyri.
Óhappið hendi 8. november 1993 um 21.30 tíðina.
Í Sjórættinum koma fram, at tað helst var ein misskiljing í millum stýrimannin og skiparan, um hvør var á brúnni. Sum tá stóð á forsíðuni á Sosialinum "EG YVAÐIST IKKI Í AT SKIPARIN AVLOYSTI MEG"
Litmydnirnar eigur Eilif Jógvansson og greinarnar eru úr Sosialinum, Dimmalætting.