Myndarøð: Eysturbúgvin á MEST

Teir fara á gulllaksaveiðu so skjótt verkfallið er av

Eysturbúgvin SA 450, sum P/F Vørðustíggjur í Húsavík eigur, hevur seinastu dagarnar staðið á vogninum hjá MEST í Havn.

Tá vit í morgun ringdi til reiðaran, Bjarka Magnussarson Magnussen, segði hann, at teir gjørdu onkrar maskinjusteringar á MEST,  meir verður ikki gjørt hesafer, sigur hann.

Eysturbúgvin kemur helst á flot í dag ella í morgin. 

Bjarki sigur, at teir fara á gulllaksaveiðu so skjótt verkfallið er av. 

Hetta skrivar skipalistin um Eysturbúgvin EYSTURBÚGVIN (skipalistin.fo)