Munnkurv

Skulu ikki alment finnast at ætlanum at økja fiskidagar

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum ávarar ímóti at finnast alment at ætlanunum um at økja fiskidagatalið hjá bólki 5B, tí útheimurin, eisini ICES, lurtar.

Nógvir bátaeigarar, sum hava fiskiloyvi í bólki í 5b, fegnast, nú Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, hevur lovað at útlutað fleiri fiskidagar til teirra veiðibólk.

Í fiskivinnuni og rundan um hana eru tað hinvegin eisini nógv, ið øtast og eru komin við hvøssum atfinningum. Millum annað Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, Jens Pauli Petersen, stjóri í Faroe Origin og Durita í Grótinum, stjóri í Faroe Islands Sustainable Fisheries, ið umsitur MSC-góðkenningina av føroyska upsa-, toska- og hýsufiskiskapinum. 

Men slíkar almennar atfinningar tæna ikki Føroyum og føroysku fiskivinnuni, heldur landsstýrismaðurin.

- Vit her í Føroyum mugu ansa eftir, hvussu vit úttala okkum alment, tí eingin ivi er um, at um vinnan alment tosar á handan hátt, so lurtar útheimurin, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum.

Durita í Grótinum heldur, at landsstýrismaðurin átti at hildið seg til umsitingarætlanina, sum hann hevur ábyrgdina av, heldur enn at royna at fáa onnur at tiga.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: Skulu ikki alment finnast at ætlanum at økja fiskidagar | Kringvarp Føroya

 

Tað skrivar Ingolf Sólheim Olsen á kvf.fo