Morgunblaðið: Við 139 ára gomlu Johonnu TG 326 til Vestmannaoyggjarnar
Átjan fólk vóru við tá 139 ára gamla Johann TG 326 kom til Vestmannaoyggjarnar. Flestu sum eru við eru um ella omanfyri pensjónsaldur, skrivar Morgunblaðið. Tó so, so eru børn eisini við.
Yngsti av manningin er 25 og tann elsti er 86 ára gamal.
Myndina av Johonnu eigur Mbl.is/Óskar Pétur Friðriksson
Øll greinin er HER Færeyingar komu á Þjóðhátíð siglandi á skútu (mbl.is)
Hetta skrivar WikipediA um Johonnu TG 326
Johanna TG 326 er ein slupp, sum er heimahoyrandi í Vági. Tað er Felagið Johanna TG 326, sum eigur sluppina. Ábyrgdarpersónur er Gudmund Kárason Jacobsen.[1] Johanna var til fiskiskap fram til 1972. Nú verður sluppin brúkt til styttri og longri leigutúrar bæði í Føroyum og til grannalondini.
Johanna varð smíðað í Rye, Sussex í Suðuronglandi í 1884 á skipasmiðjuni, sum James Collins Hoad átti. Tá nevndist hon Oxfordshire. Fyrsti eigarin varð John William Haylock úr Dulwich í Surrey. Í Oktober 1894 keypti Georg Edv. James Moody, ein stórur reiðari í Grimsby, Oxfordshire, men seldi hana aftur í Desember sama árið til Jákup Dahl, handilsmann í Vági, tá fekk sluppin navnið Johanne. Hetta var fyrsta sluppin, sum Jákup Dahl sjálvur átti. Hann keypti seinni fleiri aðrar sluppir og stovnaði fyritøkuna A/S J. Dahl. Fyritøkan átti yvir 20 sluppir og skonnartir og hevði nógv ymiskt virksemi í Vági, bæði innan fiskiskap, fiskavirking og handil.
Johanna var fiskiskip, men undir seinna heimsbardaga hevði Stóra Bretland stóran tørv á matvørum, eisini á fiski, og tí vóru tað fleiri føroysk fiskiskip, sum løgdu um til flutningsskip. Johanna sigldi til Íslands, har hon fekk ísaðan fisk í lastina, sum hon so førdi til Skotlands. Fiskurin sum føroysku skipini førdu til Stóra Bretlands kom sera væl við hjá bretum. Winston Churchill nevndi eisini føroyingar í einari talu, hann helt eftir kríggið. Hetta nevndi Elin Mortensen, rithøvundur, í sending í útvarpinum hjá Kringvarpinum. Sera nógvir føroyingar lótu lív undir seinna heimsbardaga í mun til fólkatalið. Tað vóru sjómenn, sum vóru við føroyskum fiskiskipum, sum blivu bumbaði av týskum kavbátum ella bumbu flogførum ella sigldu á eina minu. Sluppin Johanna kom tó gjøgnum kríggið uttan at vera rakt av bumbum ella minum.
Johanna varð løgd í 1972 og fór ikki til fiskiskap aftur. Hon lá við kai í Vági til 1980, tá ætlaði eigarin A/S J. Dahl at søkkja hana, men í síðstu løtu varð gjørt av at bjarga sluppini. Í 1981 varð settur á stovn ein grunnur, nevndur Johanna TG 326, sum hevði til endamáls at bjarga sluppina Johannu TG 326 og seta hana í upprunastand, soleiðis at hon kundi verða eitt minni um ta farnu slupptíðina. Tað árið keypti grunnurin Johanna TG 326 sluppina Johannu frá A/S J. Dahl fyri 1 kr. Johanna varð síðan løgd upp á land, har hon skuldi setast í uppruna stand. Sera nógv fólk vóru við í arbeiðnum at seta sluppina í stand, og stuðul var veittur úr øllum landinum. Alt arbeiði var gjørt sjálvboðið í fyrstani. Fólk úr grunninum skipaðu m.a. fyri bingo, fyri at savna pening til tilfar og annað sum kostaði pening. Ein av eldsálunum tá var Ovi Mikkelsen, sáli (doyði í mai 1995).<ref> Ein annar vágbingur, sum hevur arbeitt nógv uppá sluppina Johannu, og sum nú er formaður í grunninum, er Gudmund Jacobsen, skipstimbari og eigari av Vágs Skipasmiðju. Johanna verður nú brúkt til ferðavinnu endamál, sum styttri túrar (útferðir), men eisini til leiguferðir í Føroyum og t.d. til Hetlands.