Modell av Golden Harp til Selatraðneystið

nú hongur eitt í kirkjuni, og eitt kemur at standa í Selatraðneystinum

Sunnudagin kom Jóanes Joensen, meistari á Teistanum, úr Hesti til Skopunar við einum modelli av Golden Harp SA195.

Soleiðis skrivar Gerhard Lognberg, fyrrverandi borgarstjóri í Skopunar kommunu, á sínum Facebook-vanga í gjár.

- Jóanes hevði sæð á Facebook, at eg hevði fingið handað ein nagla av sama skipi frá Sverra Láadag.

Ein mynd er eisini niðanfyri greinina,

Og Gerhard leggur aftrat:

- Eg takkaði fyri og fari at seta modellið av sluppini í Selatraðneystið.

Á sínum Facebook-vanga í gjár takkar Gerhard Lognberg bæði Sverra Láadal og Jóanesi Joensen fyri gávurnar til neystið.

Ørindini, sum Sverri Láadal hevði í Skopun herfyri, vóru at handa Gerhard ein nagla úr Golden Harp, sum Sverri sjálvur hevur tikið úr sluppini.

Nú hann var í Skopun, ynskti Sverri Láadag at geva naglan til Selatraðneystið. 

Sverri vísir á, at Golden Harp rak á land í Hvalvík í 1924 og gjørdist vrak. Rovini av skipinum síggjast enn á Hvalvíkini á fjøru - meira enn hundrað ár eftir skipsbrotið.

- Vrakið gjørdist okkara besta spælipláss, tá vit vóru dreingir. Dekkið varð tikið úr, og vit sigldu inni í sluppini við flakum og tunnubátum, sigur Sverri Láadal.

Tað skrivar Vilmund Jacobsen á in.fo, har myndin eisini er frá.