Misvísandi miðlasøgur gagna ikki

“Búskaparfrøðingar: Ikki skynsamt at stuðla við makrelkvotu,” ljóðaði yvirskriftin í einum tíðindastubba hjá KvF útvarpinum tann 18. august. Undiryvirskriftini í sama, rættiliga einoygda innslagi, royndi at dríva eitt ivasamt punkt allan vegin heim: “Arbeiðsmegin verður hildin føst í einari vinnu sum ikki ber seg, siga Hans Ellefsen og Tróndur Sandoy.”

 

Javel, javel. ĺ einum samandrátti á netinum av stubbanum, við Marjun Dalsgaard sum høvunda, kundu vit lesa: “Stórur tørvur er á arbeiðsmegi, og tað rakar millum annað matstovu- og hotellvinnuna, sum missir pening hvønn dag. Samstundis stuðla vit línu- og garnaskipum við makrelkvotum. ‘Hetta er ikki skynsamur politikkur, tí tað fastheldur arbeiðsmegi í eini vinnu sum ikki ber seg,’ siga búskaparfrøðingarnir Hans Ellefsen og Tróndur Sandoy. Heimaflotin rindar ikki tilfeingisgjald. Tí missir landið 43 milliónir í tilfeingisgjaldi í ár. Í fjør misti landskassin 30 milliónir í tilfeingisgjaldi, tí uppsjóvarskipini fingu kvoturnar gjøgnum heimaflotan.”

 

Nógv av hesum er heilt einfalt ov langt úti til at svara uppá; men at tiga heilt kunnu vit illa loyva okkum. So vit hava nakrar viðmerkingar og nakrar spurningar, um enn mest retoriskar.

 

ĺ sjálvum útvarpsinnslagnum hoyrdu vit fylgjandi frá Hans Ellefsen, sum er Ph.d., adjunktur, útbúgvingarleiðari í búskaparfrøði og varadekanur á Fróðskaparsetri Føroya: “Marknaðarkreftirnar skulu bestemma hvat tað er fyri vinnur vit skulu hava í Føroyum, ikki politikarar við at geva teimum stuðul. Vit kenna hatta eisini aftur frá 80’unum til dømis, at tú stuðlaði fiskiflotanum í nógv ár, og til síðst so gekk tað ikki meira.”

 

Lat okkum steðga her eitt sindur. Hetta sum verður ført fram er jú misvísandi pástandir ið síggja burtur frá grundleggjandi fyritreytum í vinnukarmum. Trupulleikin er sum so hvørki búskaparfrøðin ella búskaparfrøðingarnir; heldur er trupulleikin tann mangulin upp á kritiskt mótspæl frá miðlinum.

 

“Marknaðarkreftirnar skulu bestemma” og “ikki politikarar” ljóða boðini. Men um so er, hví spyrja tey ikki nærri um hvussu tað skal skiljast í samanhangi, hvat ið liggur í hesum hugtøkum sum mjarrað verðum um? Merkir tað at onkrar vinnur men ikki aðrar kunnu fáa stuðul uttan at tað skal síggjast sum ein trupulleiki? Skal tað skiljast sum at realbúskapurin, við veruligum arbeiðsplássum og veruligum búskaparligum ringvirknaðum, ikk hevur samfelagsbúskaparligan týdning?

 

Og fyri alt tað, í hvønn mun er veruliga talan um stuðul í hesum føri? Kann tað hugsast at vinnutreytirnar hjá ísfiskaflotanum eru skeiklaðar og fordervaðar av politiskt áløgdum fótonglum so mikið at hetta er við at taka teirra vinnugrundarlag heilt burtur? Og er tað ikki órímiligt, fyri ikki at siga óreint, at fyrst taka grundarlagið burtur undan einari vinnugrein við langari søgu og sterkum rótfesti í samfelagnum — fyri síðan at brúka avleiðingarnar av somu órógvan sum próvførslu fyri at hendan vinnugrein ikki kann klára seg uttan stuðul, og at tann flotin tí ikki er verdur ein kjans at verða endurnýggjaður og koma uppundan aftur?

 

Ein og hvør við eitt sindur av heildarhugsan og humaniteti skilir at hetta er ein søga sum snøgt sagt ikki hongur saman. Hesi fólkini vilja mestsum gera galdandi at samfelagsbúskapur kann isolerast frá øllum øðrum, sum var tað onkur avancerað natúrvísindagrein í telduheimi ella royndarstovu, nakað ið einans ein serligur klassi av innvígdum hevur skil fyri og rætt til at úttala seg um, har vit onnur bert hava at kíka teir ósamanhangandi bitar ið tey serliga innvígdu borðreiða fyri okkum.

 

Tey taka also ikki við í mentu at samfelagsbúskapur umfatar allar búskaparligar handlingar hjá øllum samfelagsins einstaklingum og felagsskapum, hvat enn ið skiftandi mótar innan búskaparfrøði postulera og formulera so fínt. Tey taka enn minni við at samfelagsbúskapur eisini er knýttur at og ávirkaður av sovorðnum menniskjaligum sum atferð millum fólk, arbeiðsmorali og alskyns praksis, ja óbeinleiðis enntá mentan og øllum møguligum afturat. Vit kunnu hartil uttan iva seta samfelagsbúskap í samband við lívsinnihald hjá fólki og teirra yrki, so væl sum við samspæl millum fólk og partar og samanhald í einum samfelag, og annað meira — har er eingin endi.

 

Vit eiga heldur ikki at gloyma at búskaparfrøðingar, eins og øll onnur, eru subjektiv menniskju upp á gott og ónt, og taka eisini feil. Er tað ikki júst búskaparfrøðingar sum í mong ár hava hálovað teimum búskaparligu og fíggjarligum skipanum í stórum parti av heiminum sum nú tykjast at kunna rapla sum eitt hús bygt á sand?

 

Nei, tey royna at fáa tað til at nakrir fáir serfrøðingar sita við allari vitan av týdningi, væl at merkja so leingi hendan vitan verður filtrerað og tulkað umvegis ávísar kanalir og persónar sum systematiskt brúka somu frøðingar til at undirbyggja politiskt løddar forteljingar ið allar tykjast at peika sama veg.

 

Neutralur marknaður?

 

Aftur til útvarpsvertinnuna: “Sum heild eru búskaparfrøðingar á einum máli um at stuðul til vinnuna er av tí ónda, tí tað heldur lív í vinnum sum ikki bera seg, og tað gongur út yvir búskaparvøksturin.”

 

Og har varð so Tróndur Sandoy, adjunktur í búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum, endurgivin: “Tað sum vit vita sum búskaparfrøðingar, tað er at grundleggjandi so gevur tað ikki meining at stuðla vinnulívi, tí vit vita ikki hvat fer at bera seg best, hvat ber seg… Tað er ikki meiningin at fara út og stuðla tí. Vit mugu lata marknaðarkreftirnar avgera hvat ber seg best, og tað sum ber seg best er so tað sum klárar seg, og tað sum ikki ber seg tað mugu vit so lata fara.”

 

Eingin kritiskur spurningur, eitt nú um hetta argument veruliga verður gjørt galdandi fyri allar vinnugreinar í Føroyum; og enn minni nakar spurningur um “marknaðarkreftirnar” yvirhøvur kann brúkast sum argument í sær sjálvum sum einasta svar upp á yvirskipaðar samfelagsbúskaparligar spurningar.

 

Har skulu vit eisini minnast til at hetta hugtak hevur mangan verið brúkt sum páskot fyri bæði líkum og ólíkum. Søgdu ikki bretar undir eplaneyðini í ĺrlandi á sinni, tá teir ráddu fyri borgum har, at júst marknaðarkreftirnar fyri alt í verðini máttu vera avgerandi fyri hvussu leikur fór, sektin á um írar doyðu í hungri í hópatal.

 

Hvussu var tað forrestin við javnari kapping og fyritreytum tá tosað varð um marknaðarkreftirnar — vóru tær kanska skeiklaðar til fyrimuns fyri ávísar partar og til vansa fyri aðrar? Er tað kanska ikki soleiðis nógvastaðni ídag og fyri ein stóran part eisini í Føroyum — er “marknaðurin” ikki ofta framvegis bara ein spurningur um hvør ið hevur eydnast, við politiskari hjálp, at seta seg á stýripinnar fyri at manipulera marknaðin monopolistiskt til egnan fyrimun? Hvat nyttar eitt sovorðið hugtak um køld egoisma skal sleppa at vera altavgerandi í øllum?

 

Annar av búskaparfrøðingunum: “Tað sum so eisini hendir er at vissi man fer út og stuðlar einum ávísum vinnugeira, so fastheldur man nøkur arbeiðsfólk í hesum vinnugeiranum, ístaðin fyri at tey kanska fóru yvir í okkurt annað sum loysti seg betur samfelagsliga.”

 

Ja hoyr nú — her er tað vist at kjarnuboðskapurin skal koma fram.

 

Útvarpsvertinnnan: “Nú stórur mangul er upp á arbeiðsmegi, gongur tað somuleiðis út yvir tær vinnur sum annars eru í vøkstri.”

 

Búskaparfrøðingurin: “Av tí at tú ikki fært arbeiðskraft, so kunnu tey ikki gera tað virksemi sum tey kanska ætla; tey mugu kanska lukka fyri ella… Tey kunnu ikki hava opið tí at har eru eingi fólk til at manna hesi plássini.”

 

Útvarpsvertinnnan: “At lata upp fyri meira arbeiðsmegi uttanifrá, er tað ein loysn?”

 

Búskaparfrøðingurin: “Ja, tað er ein loysn. Tú hevur eisini aðrar loysnir har tú hevur kanska skipanir í fiskivinnuni sum gera at tú heldur fólk úti á sjónum ístaðin fyri at tey kundu komið á land og arbeitt ístaðin fyri.”

 

Útvarpsvertinnnan: “Hvat ger tað við búskapin?”

 

Búskaparfrøðingurin: “Tað ger at tað er minni vøkstur og minni vælferð til okkum føroyingar.”

 

Hvussu leingi?

 

Royna tey at leiða fólk til at trúgva at vælfærðin í Føroyum er bygd á og verður hildin uppi av onkrum intellektuellum flogvitum og teirra hjálparum heldur enn av fiskimonnum og verkafólki? Tað hevði ikki bara verið láturligt men faktiskt ein grátilig háðan móti tí drúgva og ófornoktiliga innsatsi og øllum tí umfatandi búskaparliga virksemi sum fiskivinnan hevur staðið fyri og framvegis stendur fyri í Føroyum.

 

Útvarpsvertinnnan: “ĺ síðstu viku greiddi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum soleiðis frá um hví m.a. línuskip og garnabátar skulu hava makrelkvotu hóast hesi skip ikki fiska makrel.”

 

So varð Jacob Vestergaard kliptur inn: “Eg haldi landið fær rímiliga nógv burtur úr tí. Vit hjálpa til at halda gongd í einum sperdum flota sum er línuflotin og serliga partrolaraflotin, sum gevur nógv arbeiði í samfelagnum, gevur útflutningsvirði… So, alt annað líka so haldi eg ikki tað [at hetta er samfelagsbúskaparliga skeivt]. Eg trúgvi at landið fær meiri pengar í síðsta enda burtur úr hasum har enn at tað fór direkta í landskassan.”

 

Útvarpsvertinnnan kom síðan og legði ein bleytan fluktara fyri beinini á sínum frøðingi: “Men landsstýrismaðurin sigur til dømis at hetta her er gott til… Vissi vit nú halda lív í línuflotanum so kann tað vera at tey seinni skapa arbeiðspláss tá vit ikki mangla arbeiðskraft, og at tað skapar exportvirði.”

 

Og her var búskaparfrøðingurin ikki seinur at svara: “Ja, nú er tað ikki viktugt at skapa exportvirði í sær sjálvum, tað er viktugt at skapa virðisøking. Og vissi man sigur ferðavinna skapar eisini exportvirði, tað er ikki tað… Men at vissi nú fiskurin kemur ella toskurin kemur aftur so kann man nokk finna útav at manna hesi skipini aftur og fólk fara út at fiska aftur. Tað er… óneyðugt at halda lív í einum flota vissi eingin fiskur er og so halda fólk úti á arbeiðsmarknaðinum har.”

 

Men hvat er hetta fyri forkelað mjørkatos? Hví spyrja hesir journalistar ikki nærri um tað sum sagt verður so vit kunnu gerast klókari? Er tað veruliga so at toskurin er vekk, ella er tað bara tað at fleiri og fleiri fiskileiðir hava leingi verið avstongdar — og tískil er minni og minni komið upp á land, og tí peika tey hagtølini niðureftir sum verða brúkt til argument fyri at pástanda at eingin fiskur er, og at vit tí mugu lata vera við at fiska?

 

 

Sama søga aftur, ein søga sum aldeilis ikki hongur saman. Hvussu leingi tímir fólk at hoyra upp á sovorðið?