Mistu trý skip, men reistu seg aftur hvørja ferð

Áhugaverd grein hjá Janusi Jensen.

 

Fyri kortum skrivaði eg ein greinastubba um tilburðin, tá toftaskipið Elsa fór á land og var vrak á norðurstrond Skotlands. Men hetta var ikki einasta ferðin, at fyritøkan hjá Mathias Jacobsen á Toftum ( 1899 - 1984), seinni Pf. Mathias Jacobsen og co., misti skip av ymiskum orsøkum.

Fyritøkan hjá Mathiasi hevði skip frá 1929 til 2007, t. e. í 78 ár, og í hesum tíðarskeiðinum hendi hetta tríggjar ferðir. Vert er at leggja til merkis, at hóast skipini fórust, so komu allar manningarnar væl burturúr hesum tilburðum. Buttercup fór á land og var vrak í 1933, Elsa fór á land og var vrak í 1961, og Jógvan Norði sakk í 2003.

Ein skuldi trú, at tú misti mótið av slíkum bakkøstum, men so var ikki. Menninir í Norðrastovu mannaðu seg aftur hvørja ferð og hildu áfram at sigla.

( Myndir av umtalaðu skipum og persónum eru at síggja niðast í greinini) 

Sum nevnt omanfyri, so havi eg greitt frá tilburðinum, tá Elsa fór á land í 1961. Niðanfyri eru frásagnirnar um lagnuna hjá Buttercup og Jógvan Norði.

Buttercup FD 9

Buttercup (seinni Boðanes) var bygd í 1884 í Rye í Onglandi. Hon var merkt til 88,71 br.t. Jens Evensen, reiðari í Tórshavn, keypti hana úr Hetlandi í 1919. Andrias í Túni á Toftum førdi Buttercup árini 1919 til 1929, tá Mathias og Hans í Norðri keyptu hana í nov. 1929. Hans førdi Buttercup árini 1930 - 33, tá hon fór á land í mjørka á Siglunesi í Íslandi og var vrak. Mansskaði var tó ongin. Stutt framman undan hesum hevði sluppin fingið navnið Boðanes. Tann 28. juni 1933 skrivar Dimmalætting soleiðis um hesa hending:

”Færøsk Kutter strandet. M/k Boðanes ( tidl. ”Buttercup”), tihørende Mathias Jacobsen, Tofte, er i forrige Uge i tæt Taage strandet ved Siglunæs paa Island. Hele Mandskabet kom let og lykkeligt i Land, ligesom der blev bjærget en Del Beklædningsgenstande. Men Skibet blev totalt Vrag.”

22. juni 1933 stendur hesin tíðindastubbin frá Siglufirði í íslendska Morgunblaðnum:

”Føroyskt fiskiskip rent á land: Føroyska fiskiskipið Boðanes (fyrr Buttercup) av Toftum fór í gjáramorgunin í mjørka á land á Helluni við Siglufjørð. Motorbáturin Draupnir var fyrstur á staðið við fólki, sum skuldi hjálpa til við bjargingararbeiðinum. Eitt norskt fiskiskip, dampskipið Suløy, kom á staðið, men slapp ikki nóg nær til skipið av tí, at har var ov grunt, og av tí, at brim var í sjónum. Síðan royndi motorskipið Hrønn at bjarga skipinum við at seta ein enda á tað, men hóast eitt fitt lot av útnyrðingi og brim, so stóð skipið so mikið fast, at hetta eydnaðist ikki. Skipið var nú farið at leka. Hrønn gjørdi enn eina roynd, men uttan úrslit. Í morgun var skipið farið á liðina og var hálvfult av sjógvi, so nú er vónleyst at bjarga skipinum. Manningin, átjan mans, sum var á Siglunesi í nátt, er øll bjargað og er komin higar í dag. Teir hava tað allir gott. Avgjørt er, at manningin fer til Føroya við Gullfossi, tá hesin fer næsta túrin tann vegin. Hrønn er nú hjá vrakinum og fer at royna at bjarga fiskinum ( 4000 stk.). Skipið var nýliga komið úr Føroyum.”

Manningin á Boðanesi ( fyrr Buttercup) lagnutúrin í juni 1933 var hendan:

Peter F. Steingrund, Glyvrar, Óli Petersen, Selatrað, Karl Petersen, Selatrað, Óli J. Olsen, Argir, Kristoffur Olsen, Toftir (Kristoffur í Hálvdanstoft), Mikkjal Johannesen, Toftir ( Mikkjal á Fossinum), Petur Juul Jacobsen, Saltnes ( Petur Juul á Roykheyggi), Daniel Peter Thomsen, Kollafjørð, Jacob Andreas Holm, Skálavík, Rudolf Sofus Dam, Norðskáli, Carl S. Vejhe, Norðskáli, Peter Martin Jacobsen, Selatrað, Sigmund Johan Dam, Norðskáli, Richard Højgaard, Toftir ( Richard í Króki), Jacob Hendrik Højgaard, Toftir ( Jacob Hendrik undir Nesinum), Debes Olsen, Hósvík, Kristian Højgaard, Toftir (Kidda í Króki), Johan Hendrik Poulsen, Toftir ( Hendrik í Brekkum), Hans J. S. Jacobsen, Toftir ( Hans í Norðri – skipari)

Jógvan Norði FD 9

Stállínubáturin Jógvan Norði, sum Mathias lat byggja í Brattvåg í Noregi, kom til Føroya stutt fyri jól í 1961. Jógvan I. Olsen ( Jógvan uppi á Regni) førdi Jógvan Norði øll árini til út móti sumri 1969. Skipari á Jógvan Norði summarið 1969 var Johannus Hansen ( Johannus á Stykkinum), og Hákun Jacobsen var bestimaður. Hákun Jacobsen ( 1944 – 2019), sonur Mathias, fór at føra Jógvan Norði á heysti í 1969, og var hann fastur skipari á Jógvani Norði til út móti ársloki í 1985, tá aðrir vð millumbilum loystu hann av. Hákun fór til skips við Elsu í 1959 og sigldi í nøkur ár sum motormaður og bestimaður. Hann tók skiparaprógv í 1964. Sum fyrr nevnt, so átti Mathias einsamallur Jógvan Norði fyrstu árini, men í 1976 stovnaði hann Pf. Mathias Jacobsen & co saman við synunum Jógvani og Hákuni. Jógvan Jacobsen (1943 - ), hevur siglt so at siga alla tíðina sum maskinmaður við somu skipum og skiparum sum bróðurin Hákun.

Í 1986 var Jógvan Norði umbygdur í Brattvåg, har hann var bygdur. Í oktober 2003 sakk hann einar 10 fjórðingar í ein útnyrðing úr Mykinesi. Vilmund Jacobsen, blaðmaður, hevur greitt frá hesi hending á in.fo 22.10.2003:

”Skipsbrot
Teir høvdu havt fimm setur og ætlaðu at gera eina setu aftrat, tá ið maskinmaðurin umborð línubátinum Jógvani Norð, varnaðist, at sjógvur lak inn í maskinrúmið. Línuskipið, Klakkur, var nærmasta skip; hann var einar sjey fjórðingar burturi. Skipari á Jógvani Norði hendan feigdartúrin var Karl Martin Joensen, og hann greiddi soleiðis frá hendingini fyri tveimum árum síðan.

Fyrstu løtuna sá kanska út til, at vit kundu halda skipinum lens, um vit fingu pumpur umborð, men skjótt sást, har var einki at gera. Sjógvurin fossaði inn, og tað var bert ein lítil løta, so var dúrkið í maskinrúminum undir. Løtu seinni stóð sjógvurin uppá hálvan motorin. Manningin fór av skipinum umleið ein hálvan tíma eftir, at teir varnaðust lekan. Hann var landnyrðingur í ættini, og slætt var í sjónum. Allir 14 menninir, sum við vóru, fóru í yvirlivilsisdraktir. Í bølamyrkri noyddist manningin á Jógvani Norði niður í bjargingarbátin, men teir vistu, at Klakkur nærkaðist, og skjótt gekst hjá teimum at finna bjargingarbátin, tá ið teir komu á staðið. - Tað var ein undarlig sjón at síggja skipið, tú hevur verið við í fleiri ár, søkka. Jógvan Norði stóð beint uppeftir enda við gronini upp úr sjónum í einar 20 minuttir, áðrenn skipið sakk, segði Karl Martin Joensen, skipari.”

Manningin á Jógvan Norði hendan túrin var: Karl Martin Joensen, skipari, Sved Hansen, stýrimaður, Jógvan Jacobsen, maskinmeistari, Karl Davidsen, kokkur, Jonnar Djurhuus, Jørgin Djurhuus, Árni Højgaard, Ingolvur Einarson, Sámal Debes, Jan Jacobsen, Mikkjal Clementsen, Alex Hansen, Jákup Edvard Thomsen, Jens Pauli, Jacobsen.

Jógvan Norði FD 9 ( Fyrr Klettur, Mariann, Isak L.)

Í oktober 2005 keyptu brøðurnir Jógvan og Hákun grønlendska línubátin Isak L, sum var bygdur í Noregi í 1987. Isak L var væl størri og betur útgjørdur enn gamli Jógvan Norði. Skipið fór til fiskiskap beinanvegin, og manningin var at kalla tann sama, sum var við gamla skipinum. Teir vóru 14 mans, og skipari var Hákun Jacobsen, meðan bróðurin, Jógvan Jacobsen, var maskinmaður. Brøðurnir høvdu hendan línubátin til 2007, tá hann var seldur til P/f M&S Strendur. Skipið fekk tá navnið Kambur.