MINNIR UM EINA FARNA TÍÐ
MINNIR UM EINA FARNA TÍÐ
Eitt minni um Stykkishólm í Íslandi og ferðamannaskipið Kronprins Olav
Tá ið eg síggi hesa myndina(myndin er niðast í greinini)av Stykkishólmi, har Sankta Franciska-nonnukleystri við sjúkrarhúsinum er á, berst mær í minni ein hending, sum mær var fyri í 1966.
Eg var við einum netabáti úr Ólavsvík, tá ið eg var so óhappin at bróta mær armin rættiliga illa.
Eg minnist, at tað var nógvur kavi, tá ið vit komu til lands. Ein gamal lækni var tá í Ólavsvík, og hann sá seg ikki føran fyri at gipsa armin, tí armurin var so illa farin, at læknin helt, at besta loysnin var at fáa meg inn til sjúkrarhúsi í Stykkishólmi, um tað var koyrandi hagar fyri kava.
Eg minnist ikki, um sjúkrabilur var í Ólavsvík tá, men um so var, so var hann ikki egnaður at koyra í tí kavanum, sum tá var. Avtalað varð so við løgregluna í Ólavsvík at fáa politibilin at koyra meg inn til Stykkishólm. Hetta var ein fýrahjólstrekkjari og tveir politistar skuldu koyra meg.
Teir gjørdu seg so út við góðum kavaklæðum og spakum, og so at koyra hesa drúgvu leið.
Av tí nógv bleiv pressað gjøgnum kavafannirnar, so vórðu nógv sett í bilinum. Hettar gjørdi, at endarnir á teimum brotnu beinunum í arminum komu saman, og tað voldi mær nógva pínu. Fleiri ferðir koyrdi bilurin seg fastan í kavanum, so politistarnir noyddust at grava hann leysan aftur.
Ferðin tók uml. tríggjar tímar, men vit komu fram í øllum góðum. Eg kom so á sjúkrarhúsið í Stykkishólmi, har eg bleyv røntgen-kannaður, men har mettu tey, at armbrotið var so umfatandi, at eg mátti fara á Landsspitalið í Reykjavík.
Nú var veðrið blivið nógv betri, so boð vórðu send eftur einum ambulansaflogfari úr Reykjavík at flúgva meg hagar.
Ein lítil flogvøllur var í Stykkishólmi. Hann bleiv ruddaður fyri kava, so flogfarið fekk lent og slapp av stað aftur. Hettar flogfarið var eitt lítið propellflogfar. Har vóru bert setur til báðar pilotarnar, og so var pláss fyri einari børu aftanfyri, og har eg slapp eg at liggja.
Av tí at tað var nógvur vindur og myrkt var at flúgva, so var hettar ein sera ófýsin flúgving, sum eg ongantíð – hvørki fyrr ella seinri – havi verið úti fyri. Vit komu so í øllum góðum til Reykjavíkar, har eg bleiv innlagdur á Landsspitalið.
Har fekk eg eina sera góða viðgerð. beinini í arminum blivu sett rætt saman, og so varð gipsað og armurin lagdur í fatl – har skuldi eg hava hann í sjey vikur, varð sagt.
Eg varð so liggjandi á Landsspitalinum í umleið 10 dagar. Har fekk boð frá læknunum, at eg fór at verða óðarbeiðsførur leingi – armurin var illa brotin, og tað fór at taka honum langa tíð blíva sterkur aftur.
Hetta gjørdi, at eg fór at hugsa um bara at fara heim til Føroyar. Dronning Alexandrina var hildin uppat at sigla, so DFDS hevði sett Kronprins Olav í rutuna til Íslands tað árið.
Eg fór tí at royna at fáa ferðaseðil heim sum skjótast. Tað var komið so nær at páskum, og søgur gingu um, at Kronprins Olav var á veg til Íslands við fjøld av føroyingum føroyingum, sum vóru farnir ein páskatúr.
Eg fór so oman á skrivstovuna hjá DFDS og fekk ferðaseðil heim, men tað var so nógv fólk við krónprinsinum henda túrin, at tað vóru ikki nógvir ferðaseðlar eftir.
Kronprins Olav kom til Reykjavíkar leygardagin fyri páskir. Annað páskakvøld var hildin stór føroyingaveitsla í Reykjavík. Eg var eisini í hesari veitsluni saman við hesum ferðafólkunum og øðrum føroyingum, sum vóru har yviri.
Vit fóru so heim við Kronprins Olav eftir páskir, og mær unnaðist sostatt at vera saman við hesum veitslukátu ferðafólkum í fleiri dagar. Ein ógloymandi og minnisrík ferð var komin at enda