Minningarløta fyri teir sjólætnu sum fórust undir krígnum, hildin við kanónina úti á Nesi

Nú tað eru liðin 80 ár síðani seinni heimsbardagi endaði

Minningarløtan verður kl. 15.00 við kanónina úti á Nesi hósdagin 23. oktober 2025.

Bretski konsulin Tummas H. Dam verður hjástaddur.

Tað sum ferð fram verður:

Alfred Olsen sigur nøkur orð.

Mennirnir í Undirhúsinum syngja.

Tummas Kannuberg prestur heldur talu.

Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari leggur krans.

Mennirnir í Undirhúsinum syngja.

Aftaná verður kaffi/the og køkur at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin.