Mikael Dalbø
Mikal Dalbø greiðir her frá skiftinum frá at arbeiði á landi til eitt virkið sjólív.
Mikal er giftur við Ann Gullstein úr Rituvík, og saman eiga tey tríggjar synir og fimm abba- og ommubørn.
Rithøvundur til greinin er Maigun Solmunde
Eg eri føddur og uppvaksin í Syðrugøtu sum elstur í einum systkinaflokki uppá seks – trimum brøðrum og trimum systrum. Eg vaks upp í einum tryggum umhvørvi, har pápi mín arbeiddi úti, og mamma mín tók sær av húsi og heimi.
Tá barnaskúlin við Gøtugjógv var lokin, fóru vit, sum flestu onnur, í framhaldsdeildina í Fuglafirði. Har savnaðust næmingar úr Fuglafirði, Leirvík og Gøtu.
Eftir lokið realprógv fór eg beinleiðis út á arbeiðsmarknaðin og starvaðist sum timburmaður í samanlagt seks ár – hóast eg ikki hevði formliga útbúgving innan fakið.
Síðani lá leiðin til skips. Í hálvt annað ár sigldi eg við Sjóborgini, sum tá var partvís í ogn hjá verfaðir mínum, Per Gullstein. Sjóborgin var heimahoyrandi á Strondum og fórst so syrgiliga tann 2. apríl 1998, og fimm mans sjólótust.
Uttan hesar túrar havi eg ikki havt stórvegis tilknýti til sjógvin, umframt nakrar ferðir sum avloysari, tá manning fór í feriu. Tó hevur yngsti beiggi mín siglt nógv, og menninir í bæði móðir- og faðirætt hava havt tætt samband við sjógvin, sum var vanligt fyrr.
Sum hjá mongum øðrum gekk eg og hugsaði um, hvørja útbúgving eg skuldi fara undir, uttan at hava nakað heilt ávíst í huganum. So ein dagin sá eg eina lýsing, har søkt varð eftir umsøkjarum at lesa til politist. Hetta hevði altíð hugtakið meg – eitt starv, sum virkaði bæði spennandi og fjølbroytt.
Eg sendi eina umsókn og var so heppin at vera millum tey fáu, sum vórðu innkallað til upptøkuroynd. Eftir royndini var bara at bíða, so at siga – men eg var ein av tveimum hepnu, ið sluppu inn og skuldu byrja tann 1. november 1985. Hin, sum byrjaði samstundis, var løgtingskvinnan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.
Útbúgvingin í Danmark tók góð trý ár. Tað var ikki bara sum at siga tað at flyta úr Føroyum. Vit áttu tveir lítlar dreingir tá, 4 og 2 ára gamlir og vóru júst flutt inn í nýggj hús í Syðrugøtu.
Vit leigaðu húsini út, meðan vit vóru í Danmark, og búðu øll árini í somu íbúð í Keypmannahavn.
Ann, kona mín, var heima við dreingjunum og bar eisini stóran part av byrðunum, serliga tað árið, eg var í starvsvenjing á politistøðini í Rødovre og hevði skiftisvaktir – kvøld-, nátt- og vikuskiftisvaktir.
Eftir lokna útbúgving fluttu vit heim í okkara egnu hús í Syðrugøtu.
Tann 1. juni 1988, á Norðoyastevnu, byrjaði eg arbeiði á politistøðini í Klaksvík.
Knapt tvey ár seinni flutti eg út á politistøðina í Runavík og var knýttur henni, til støðin varð niðurløgd og norðara økið varð savnað undir høvuðsstøðini í Klaksvík. Tá var undirsjóvartunnilin eisini komin.
Mær dámdi sera væl arbeiðið hjá løgregluni – eitt starv við stórum ábyrgd og nógvari sjálvstøðugari arbeiðsætlan. Í gjøgnum árini vóru bæði góðar og minni góðar løtur, sum vant er í øllum størvum. Samlaða arbeiðstíðin í løgregluni gjørdist knapt 31 ár. Uppundir endanum kendist tó ein veksandi troyttleiki, serliga av tí, at eg hevði fatan av, at øki uttanfyri høvuðsstaðin ikki altíð var raðfest líka høgt.
Tá upplitsjóvarskipið Norðingur varð keypt til Klaksvíkar, var eg so ótrúliga heppin, at fáa møguleikan at byrja har.
Eg mynstraði við Norðingi tann 2. mars 2016, og sigli framvegis við bátinum – nú nærkast tað tíggjunda árið. Hetta hevur verið ein sera góð tíð saman við dugnaligum og eldhugaðum starvsfelagum, og eg trivist sera væl.
Arbeiðið líkist á nógvar mátar løgregluarbeiðinum, serliga viðvíkjandi skiftisvaktum. Vit arbeiða ikki eftir klokkuni, og arbeiðsøkið hjá mær er á dekkinum, at koyra trolið út, hála, pumpa fiskin umborð og allar aðrar uppgávur, sum hoyra til dekksarbeiðið.
Norðingur fiskar uppsjóvarfisk – makrel, sild og svartkjaft – og fyri okkara viðkomandi er størsti parturin svartkjaftur.
Sjólívið gevur bæði stórar og smáar upplivingar, og tað hoyrir við.
Ein hending stendur serliga eftir í minninum. Á veg vestur um Írland til svartkjaftafiskarí fekk ein av manningini hjartastopp. Allir fóru beinanvegin til verka, og lívbjargandi fyrstuhjálp við hjartamassagu og hjartastartara varð veitt til tyrlan kom og flutti mannin á Landssjúkrahúsið.
Tíbetur kom hann frá hendingini við lívinum.
Manningin á Norðingi varð heiðrað sum “Ársins fyrstuhjálparar” í 2018 – ein heiður, sum vit seta stóran prís á.

