Metinging fyri viku 33
Línuskip: Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Tvey frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum og tvey eru við Eysturgrønlandi. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Fimm liggja við bryggju.
Útróður: Streymurin verður harður og veðri verður nakað skiftandi, so vit vantað ikki tað stóra av útróðrafiski.
Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir fiska svartkalva, tó hevur annar eisini fiska á Íslandsrygginum. Ein frystitrolari er við Føroyar og ein við Eysturgrønland. Báðir fiska svartkalva.
Partrolarar: Trý pør fiska upsa og annan hvítfisk. Tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið eftir upsa hevur verði brúkiligt. Tey flestu landa í vikuni. Vantandi fer okkurt parið avstað í næstum
Trolbátar: Ein er norðanfyri og fiskar mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Ein er á landleiðini. Hann fiska mest flatfisk og tosk. Báðir landa í vikuni. Helst fer onkur trolbátur út í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Misjavnt fiskarí. Øll landa vantandi í vikuni.