Metingin hjá Fiskamarknaðinum fyri komandi viku
Meting fyri viku 46, 2025
Samandráttur.
Línuskip. Seks frystilínuskip fiska við Føroyar, tvey við Ísland og so liggja trý við bryggju, men tey fara avstað í næstum. Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi avstað um vikuskiftið. Skipini við fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Fiskaríið er brúkiligt.
Útróður: Streymurin er brúkiligur í vikuni. Tað verður hampuligt veður, so vit vantað nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar. Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk og so eitt sindur av blálongu og svartkalva. Hinir liggja við bryggju, men fara vantandi út um vikuskiftið.
Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí.

