Metingin hesa vikuna

Fýra frystilínuskip fiska við Føroyar - eitt er á veg heim av Flemish Kap

Meting fyri viku 34, 2025

Samandráttur.

Línuskip. Fýra frystilínuskip fiska við Føroyar og so siglur eitt heim av Flemish Kap. Restin liggur við bryggju, men helst fer onkur út í vikuni.

Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan líður. Veðri verður gott í vikuni, so vit rokna við nógvum útróðri. Brúkiligt fiskarí. Onkur er á Føroya Banka.

Djúpvatnstrolarar. Tveir eru á Íslandsrygginum. Ein landar í vikuni, meðan hin helst landar í aðru viku. Trolarirnir fáa mest av toski og so eitt sindur av svartkalva og blálongu. Vantandi fer onkur trolari út í vikuni.

Partrolarar: Trý pør eru úti. Fiskaríið er gott. Tvey pør fiska gulllaks.  

Trolbátar: Fimm eru úti. Teir fiska mest av toski og hýsu og so fáa teir eisini nakað av flatfiski. Allir landa fyrst í vikuni. Ein liggur tí hann er liðugur við sínar fiskidagar.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa øll í vikun