Metingin fyri vikuna

prolararnir fáa mest av toski og upsa og so eitt sindur av svartkalva og blálongu.

 

Línuskip. Trý frystilínuskip fiska við Føroyar. Restin liggur við bryggju, men helst fer onkur út í vikuni.

Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan líður. Veðri verður gott í vikuni, so vit rokna við nakað av útróðri. Brúkiligt fiskarí. Onkur er á Føroya Banka.

Djúpvatnstrolarar. Ein er á Íslandsrygginum og ein er eystanfyri og fiskar upsa. Báðir landa vantandi í vikuni. Trolarirnir fáa mest av toski og upsa og so eitt sindur av svartkalva og blálongu. Jákup Sverri ger yvirlitistrolingar og fær mest av hvítfiski.

Partrolarar: Fimm pør eru úti. Fiskaríið er gott. Eitt par fiskar gulllaks.  

Trolbátar: Tríggir eru úti. Teir fiska mest av toski og hýsu og so fáa teir eisini nakað av flatfiski. Allir landa í vikuni. Ein liggur tí hann er liðugur við sínar fiskidagar.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er gott. Vantandi landa øll í vikuni.