Metingin fyri viku 41
Línuskip: Eitt ísfiskalínuskip er við Føroyar, tað fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Hitt liggur við bryggju. Fimm frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er við Ísland, eitt í NEAFC økið, eitt er við Grønland og so er á Flemish Kap. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu og so nakað av svartkalva.
Útróður: Streymurin er brúkiligur, men veðurvánirnar eru ikki góðar fyrst í vikuni, men tó frægari seinni í vikuni. So vit vanta ikki nógvan útróður.
Djúpvatnstrolarar: Trýggir ísfiskatrolarir fiska svartkalva í bretskum sjógvi. Vit vantað at tveir landa í vikuni. Ein frystitrolari er eisini í bretskum sjógvi og ein er við Eysturgrønland.
Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Fiskaríið er misjavnt. Tvey pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men møguliga fer onkur út seinni í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskarí er brúkiligt. Øll landa í vikuni.