Metingin frá Fiskamarknðinum

Fimm frystilínuskip eru við Ísland og tvey eru við Føroyar

Línuskip: Ísfiskalínuskipið er akkurát byrjaður túr norðanfyri. Hann fiskar mest tosk og hýsu. Fimm frystilínuskip eru við Ísland og tvey eru við Føroyar. Okkurt frystilínuskip landar hesa vikuna.

Útróður: Streymurin er góður og veðri verður hampuligt, so vit vanta nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu. Báðir landa í síðst í vikuni. Tveir eru eystanfyri og fiska svartkalva. Annar kemur at landa í vikuni. Hann hevur verði bæði eystanfyri og á Íslandsrygginum.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Tey flestu koma at landa í vikuni. Fiskaríið er heldur slakari nú.

Trolbátar: Tveir trolbátar fiska havtasku. Báðir landa í vikuni. Tveir eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av reyðsprøku.

Garnaskip:  Tríggir fiska svartkalva. Fiskaríið er misjavnt. Allir landa í vikuni.