Metingin frá Fiskamarknaðinum
Samandráttur.
Línuskip: Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí, men er nýliga byrjaður túr. So tað er ivasamt um hann landar í vikuni. Eitt frystilínuskip er við Føroyar, fýra eru við Grønland, eitt er á og eitt er ávegis á Flemish Kap og so liggur eitt við bryggju. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin verður harður, men veðri verður gott, so vit vanta nakað útróðri. Fiskaríið er smáligt.
Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska svartkalva og so er ein frystitrolari við Flemish Kap. Fiskaríið er smáligt við Føroyar.
Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk, tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið hevur verði hampuligt. Tey fáa nakað av hvítfiski, mest av hýsu, longu og toski. Tey flestu landa í vikuni.
Trolbátar: Allir eru norðanfyri og fiska mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Brúkiligt fiskarí. Øll landa vantandi í vikuni.