Metingin frá Fiskamarkanaðinum
Línuskip: Bæði liggja við bryggju, men vantandi fer annað avstað í vikuni Fýra frystilínuskip eru við Ísland, tvey eru við Eysturgrønland og trý eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Vantandi landar okkurt í vikuni.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður gott, so vit rokna við nógvum útróðri. Línubátarnir fáa mest av toski og hýsu, meðan snellubátarnir fáa nógv mest av toski og so eitt sindur av upsa.
Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva, ein fiska upsa og ein fiskar tosk. Ein frystitrolarir fiska svartkalva. Jákup Sverri ger yvirltskanningar. Hann fiskar mest av hýsu og so tosk og upsa. Møguliga landar ein í vikuni. Jákup Sverri landar miðskeiðis í vikuni.
Partrolarar: Allir partrolarirnir, uttan eitt par, eru til fiskarí. Fiskaríið er misjavnt. Teir fáa eisini nakað av hvítfiski, serliga hýsu og hvíting. Fleiri pør landa í vikuni.
Trolbátar: Allir eru norðanfyri og koma vantandi allir at landa miðskeiðis ella síðst í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Teir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av upsa og flatfiski.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa allir í vikuni